Nú geva vit okkara útbúgvingarverki eitt lyft, sum munar!

Fortreytin fyri einum framkomnum samfelagi er eitt samfelag, sum virðismetir vitan, brúkar verandi vitan og skapar nýggja vitan, í øllum lívsins viðurskiftum.

 

Til tess at tryggja hetta krevst, at samfelagið – og politiska skipanin – virðismetir og raðfestir vitanarstovnar í Føroyum. Nú eiga vit at geva okkara útbúgvingarverki eitt lyft, sum munar!

 

Tað er sera týdningarmikið, at tað er møguligt at lesa tað, ein hevur hug til og áhuga fyri, í Føroyum. At lýsa úr føroyska samanhanginum, at viðgera úr einum føroyskum sjónarhorni og at skapa føroyska siðvenju – á føroyskum – er ikki bara samfelagsmennandi, men beinleiðis tjóðarbyggjandi. Tí eru okkara skúlar – umframt at vera ein kelda til vitan og lærdóm –  tjóðarbyggjandi stovnar, sum øll politiska skipanin má síggja virði í og raðfesta við hesum í huga.

 

Vit eiga at seta fleiri útbúgvingar á stovn, og vit eiga at menna fleiri útbúgvingar á masterstigi. Eisini mugu vit syrgja fyri, at tað ber til at skipa meira skúlagongd fyri lærlingar í Føroyum. Vit mugu hava fleiri vinnuvendar útbúgvingar, sum vinnulívið eftirspyr, eitt nú innan shipping og logistikki. Tað er eisini sera týdningarmikið, at vit játta pening til javnar upptøkur av námsfrøðingum, sjúkrarøktarfrøðingum og øðrum útbúgvingum innan vælferðarøkið.

 

Vit í Framsókn vilja vit hava eitt Fróðskaparsetur á altjóða stigi. Tí mugu vit skunda undir gongdina at gera eitt savnað universitetskampus í økinum frá Sjóvinnuhúsinum og niðan til gamla Venjingarskúlan á Frælsinum.

 

Har skal útbúgving, gransking, nýmenning og íverksetan samvirka, soleiðis at vit finna nýggjar vinnuvegir og skapa betri loysnir innan øll hugsandi samfelagsviðurskifti.

 

Har skulu vit hava lestraríbúðir, kaffistovur, barrir, bókasøvn, kanningarstovur, lestrar- og undirvísingarhølir og alt annað, ið hoyrir til, og sum er einum framkomnum Fróðskaparsetri virðiligt.

 

Vit mugu eisini gera treytirnar betri fyri at fara undir lesnað. Lestrarstuðulin má vera kappingarførur, Bústaðir mugu hugsavna seg um at byggja fleiri lestrarbústaðir, og vit eiga eisini at syrgja fyri, at tey, sum hava tørv á at arbeiða afturat lesnaðinum, ikki verða skattað ov hart.

 

Tað er einasti mátin at vinna kappingina um tey ungu og fáa tey at velja Føroyar sum tað land, har tey ynskja at festa røtur, stovna familju og menna sína yrkisleið.

 

Bjarni Kárason Petersen,

 

valevni fyri Framsókn