Nú hava útróðrarbátar brúkiligan fiskiskap

Níggju frystilínuskip eru til fiskiskap, og øll uttan eitt eru í føroyskum sjógvi.

Í dag er bara eitt av teimum smáu ísfiskalínuskipunum til fiskiskap.

 

- Teir fáa mest av hýsu og toski og koma helst inn at landa fyrst í næstu viku.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at okkurt annað av ísfiskalínuskipunum loysir í næstum.

 

Níggju frystilínuskip eru til fiskiskap. Tey fiska øll í føroyskum sjógvi uttan tað eina, sum er í íslendskum sjógvi.

 

- Línuskipini fáa eina blanding av toski, longu, brosmu og so nakað av øðrum fiskasløgum.

 

Streymurin verður góður í næstu viku, men veðrið verður rættiliga umskiftandi. Tí verður ikki roknað við nógvum útróðri.

 

- Teir størru útróðrarbátarnir gera helst onkran túr. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

 

Lagt verður aftrat, at útróðrarbátarnir hava brúkiligan fiskiskap.