Nú kannar ES nýggja vaksinu

Heilivágsstovnurin hjá ES ger nú leypandi kanningar av covid-19 vaksinu frá Sanofi

Enn eitt koppingarevni fyri covid-19 vil hava góðkenning frá Heilivágsstovninum hjá Europeiska Samveldinum.

 

EMA boðar frá, at tey eru farin undir at gera leypandi metingar av koppingarevni hjá fronsku fyritøkuni Sanofi.  

 

At EMA ger eina leypandi meting merkir, at EMA fylgir við í royndum, sum verða gjørdar við koppingarevninum. Vanliga ger EMA eina niðurstøðu, tá ið allar kanningar eru gjørdar, men í hesum føri fylgir EMA meira neyvt við gongdini fram ímóti einari møguligari góðkenning.

 

Høvuðsuppgávan hjá EMA er at meta um fyrimunir og vansar við heilivági og gera tilmæli um góðkenning út frá tí.

 

EMA ger í løtuni eisini leypandi metingar av koppingarevnunum CureVac, Novavac, Sinovac og Sputnik V.

 

Tað er ES nevndin, sum letur endaligu góðkenningina til eitt koppingarevni eftir tilmæli frá EMA.

 

Í løtuni eru fýra koppingarevni fyri covid-19 góðkend at brúka í ES – tey eru Pfizer, Moderna, Johnson & Johnson og AstraZeneca.

 

Í Føroyum verður koppingarevnið frá Pfizer brúkt.