82 prosent av húsunum við Gjógv standa tóm. Nú fer at bera til hjá kommunum at krevja 673 krónur um mánaðin fyri hvørt hús í tænastugjaldi

Nú kemur gjaldið á tóm hús

673 krónur er miðal talið, sum Løgmálaráðið heldur, at fólk skulu gjalda í tænastugjaldi fyri tóm hús

82 prosent av húsunum við Gjógv standa tóm. Nú fer at bera til hjá kommunum at krevja 673 krónur um mánaðin fyri hvørt hús í tænastugjaldi

Eigur tú eini hús, so kann eitt tænastugjald nú verða lagt á hesi húsini. Gjaldið verður í miðal 673 krónur um mánaðin.

Tað sæst í uppskoti, sum Løgmálaráðið hevur sent til hoyringar.

Endamálið við uppskotinum er at geva kommununum heimild til at krevja tænastugjald frá eigarum av býlum, har eingin er skrásettur at búgva sambært Landsfólkayvirlitinum. Tænastugjaldið skal fíggja ein part av teimum útreiðslum, sum kommunurnar hava av at veita tænastur og viðlíkahalda undirstøðukervið til hesi býli.

Orsøkin til lógaruppskotið er, at talið av tómum býlum, serliga uttan fyri miðstaðarøkið, er vorðið rættiliga stórt. Tá eingin er skrásettur at búgva í einum býli, er eingin knýttur at býlinum, sum rindar inntøkuskatt til kommununa. Hóast hetta, so fáa eigararnir av býlunum tænastur frá kommununum, og kommunurnar hava útreiðslur av at veita tænastur til undirstøðukervið til býlini. Tað kann tí gerast ein fíggjarlig byrða hjá eini kommunu, um lutfalsliga nógv býli eru í kommununi, har eingin er skrásettur at búgva í býlunum, tí kommunan skal rinda kostnaðin av einum undirstøðukervi, sum er væl størri enn neyðugt til tey fastbúgvandi fólkini, skrivar Løgmálaráðið.

Sambært bygningshagtølum á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni í november 2024 búðu t. d. fólk í:

15% av húsunum í Elduvík

18% av húsunum við Gjógv

20% av húsunum í Mykinesi

24% av húsunum í Svínoy

32% av húsunum í Hellunum

35% av húsunum á Kirkju

41% av húsunum í Hattarvík

44% av húsunum í Dali

50% av húsunum í Húsavík

50% av húsunum í Skúvoy. 

– Við uppskotinum verður tryggjað, at tey tómu býlini ikki gerast ein áhaldandi og vaksandi eykakostnaður fyri kommunurnar. Eisini kann tænastugjaldið skapa eina ávísa fíggjarliga útjavning millum kommunurnar, skrivar ráðið.

 

 

82 prosent av húsunum við Gjógv standa tóm. Nú fer at bera til hjá kommunum at krevja 673 krónur um mánaðin fyri hvørt hús í tænastugjaldi