Nú skal KÍ halda høvdið kalt

Champions League: KÍ hevur góð kort á hondini, men nú er ikki at spæla trumfin ov tíðliga

KÍ hevur góð kort á hondini undan seinnu uppgerðini móti FC Differdange 03 í fyrsta undanumfarinum í Champions League kappingini. KÍ vann fyrra dystin móti meistarunum úr Luksemborg 2-0.

 

Í kvøld klokkan 18 møtast liðini aftur. Hesa ferð í yvir tjúgu hitastigum í Luksemborg. Hitin og heimavøllurin er kanska einastu góðu kortini hjá vertunum móti KÍ, sum nú skal halda høvdið kalt og ikki stinga ov tíðliga.

 

KÍ hevur allar royndirnar, sum skulu til at vinna eina slíka uppgerð. Tað prógvaði KÍ í fjør, tá liðið vann seg í bólkaspælið í Conference League. Tað er tó eitt ár og tveir venjarar síðani. Størsta álitisváttanin kom fyri eini viku síðan í Klaksvík.

 

Árni Frederiksberg skoraði sum altíð. Hann fekk bæði málini. Nýggju spælararnir gjørdu mun og liðið megnaði at binda fyri í seinna hálvleiki. Eisini komu bæði René Shaki Joensen og Odmar Færø á vøllin. Hesa ferð verður Jóannes K. Danielsen við aftur. Hann sat yvir við leikbanni seinast.

 

Einasta minusið var, at Cedric Yambere mátti av vølliunum við skaða. Norðlýsið skrivar, at hann er við á ferðini, men at tað er óvist hvønn leiklut hann fær í kvøld. Jákup B. Andreasen, Hallur Hansson, Heini Vatnsdal, Mads Bo Mikkelsen og Jonn Johannessen eru framvegis skaddir.

 

Klárar KÍ at halda høvdið kalt og vinna samanlagt, so er vinningurin 5,5 milliónir krónur og ein uppgerð móti svenska Malmö FF. Skuldi tað hent, at KÍ ikki vinnur samanlagt, so skal KÍ spæla móti taparanum av uppgerðini millum FC Ordabasy (Kasakstan) og FC Petrocub (Moldova).