Hoyringarfreistin er sett til týsdagin 4. mars 2025.
Umhvørvismálaráðið skrivar, at uppskotið er ein dagføring av galdandi kunngerð nr. 147 frá 16. november 2017 um fyribyrging og týning av rottu.
Í høvuðsheitum eru ætlaðu broytingarnar hesar:
Allar kommunur skulu í seinasta lagi 1. januar 2026 hava løggilt aktingarfólk í starvi. Smærri kommunur kunnu gera avtalu við t.d. eina grannakommunu, sum hevur løggilt aktingarfólk í starvi ella løggildan privatan rottutýnara, um at røkja uppgávuna at fyribyrgja og týna rottu í kommununi.
2. Eftir 1. januar 2026 er bara loyvt løggildum rottutýnarum at týna rottu við fellum ella eitri, og verður rottueitur tá einans útflýggjað kommunum, sum hava løggildan rottutýnara í starvi ella hava avtalu við privatan løggildan rottutýnara ella aðra kommunu, sum hevur løggildan rottutýnara í starvi.
3. Bannað er øðrum enn Umhvørvisstovuni at innflyta rottueitur.
4. Umhvørvisstovan skipar fyri skeiðum um at fyribyrgja og týna rottu, og kann løggilda persónar, sum hava luttikið á slíkum skeiði og staðið tilhoyrandi roynd.
5. Kommunan skal í seinasta lagi tríggjar yrkadagar eftir eina fráboðan um rottu kanna viðurskiftini á staðnum, og seta týning í verk, um rotta ella tekin um rottu er staðfest. Kommunan kann geva eigara ella leigara boð um tiltøk fyri at fyribyrgja og avmarka livilíkindini hjá rottu.
Kommunan skal, um tað ber til, tryggja sær, at eigari ella leigari er til staðar, tá vitjað verður, og skal vegleiða um neyðug tiltøk fyri at tryggja móti rottu og um reinhald, og upplýsa um, hvørt eitur verður brúkt.
6. Kommunan skal, í sambandi við fráboðan um rottu, sýna allar bygningar á ognini, og gera eina frágreiðing um, hvørt bygningarnir eru rottutryggir.
7. Í seinasta lagi 1. januar 2027 skulu allar kommunur hava gjørt eina virkisætlan um at fyribyrgja og týna rottu. Ætlanin skal almannakunngerast og skal dagførast í minsta lagi fimta hvørt ár.
8. Í seinasta lagi 1. januar 2027 skulu kommunurnar skráseta fráboðanir um rottu, eftirfylgjandi vitjanir, eftirlit, yvirvøka, átøk, útlegging av eitri o.a. í eina talgilda skipan, sum Umhvørvisstovan hevur atgongd til.