Nýggi bankastjórin fer frá

Nýggi stjórin bleiv ikki góðkendur av Tryggingareftirlitinum og fer tí frá

Heini Thomsen skuldi manna stjórnina í bankanum saman við Turið Arge, sum tekur við sum forstjóri í apríl, tá Árni Ellefsen fer frá. Nú fer bankin at leita eftir nýggjum stjóra fyri Heina Thomsen

– Nevndin í BankNordik og Heini Thomsen hava í dag gjørt eina fráfaringaravtalu, sum inniber, at Heini Thomsen fer úr starvinum sum stjóri í BankNordik.

Tað skrivar BankNordik í morgun.

Tryggingareftirlitið tók herfyri avgerð um ikki at góðkenna Heina Thomsen sum nevndarlim í tryggingarfeløgunum hjá BankNordik-samtakinum, og í tí sambandi eru partarnir komnir ásamt um at steðga samstarvinum.

 

Bankin skrivar, at stjórnin í bankanum verður mannað av Árna Ellefsen, forstjóra, og Turið F. Arge, stjóra, inntil síðst í apríl, tá ið Árni Ellefsen leggur frá sær, og Turið F. Arge sum áður fráboðað tekur við sum forstjóri.

 

Nevndin takkar Heina Thomsen fyri samstarvið og fer nú undir eina tilgongd at seta nýggjan stjóra, sum saman við Turið F. Arge skal manna framtíðar stjórn bankans.

 

Heini Thomsen skuldi manna stjórnina í bankanum saman við Turið Arge, sum tekur við sum forstjóri í apríl, tá Árni Ellefsen fer frá. Nú fer bankin at leita eftir nýggjum stjóra fyri Heina Thomsen