Í annaðkvøld, fríggjakvøldið, lata dyrnar uppaftur í Pilestræde 43 í danska høvuðsstaðnum – sum hýsti tí millum føroyingar so væl kenda og væl dámda vertshúsinum, Skarv, ið hevur verið til seinastu hálvu øldina. Men Skarv er nú farið í søguna, og í staðin letur upp nýtt vertshús, nevnt »Palmehaven«.
Tað var í 1975, at føroyingurin Daniel Peter Thorsteinsson lat upp barrina Skarv í Keypmannahavn, sum dóttir hansara, Siri, seinni yvirtók.
Skarv er síðan vorðið ein savningarstaður har føroyskir útisetar síðan hava hitst og hugnað sær. Avgerð var tó tikin um at snara lykilin í mai fyrr í ár, men nú letur nýggj barr upp í somu hølum.
##med2##
Nýggja barrin eitur Palmehaven
Tað er Bar Eventyret ApS, ið eitt nú eisini rekur Rævens Bar, sum liggur beint yvir av Skarv, ið hevur tikið yvir leigusáttmálan á Pilestrædet 43.
Nýggja barrin eitur “Palmehaven”, og í løtuni arbeiða handverkarar og viðskiftafólk til dystin fús, soleiðis at hølini verða klár at lata upp komandi fríggjakvøld sigur Lasse Høj, ið er stjóri í Bar Eventyret.
– Hetta verður hátíðarhildið við einum veldigum upplatingargildi, har bjóðað verður við ókeypis øli og víni fram til kl. 20, og eisini verða fyrstu túsind gestirnir við í lutakasti um at vinna eitt árskort, sum kann nýtast til ókeypis drykkjuvørur í øllum samtakinum, sigur hann.
Eisini verður live-tónleikur, har tónleikabólkurin “Tapirens Vogtere” fer á pallin kl. 21:30, og leygarkvøldið kemur bólkurin “Nordic Vibe” framvið og verður á pallinum frá kl. 21.
Temað fyri barrina verður avslappaður kvøldarhugni við einum breiðum úrvali av donskum øli og rúsløgi, og skrúvað verður upp fyri tónleikinum seinni út á kvøldið, har til ber at fara upp á gólv á okkara dansigólvi. Sum nú er, verður opið til kl. 2 gerandisdagar og kl. 5 um vikuskiftini, men um nógv fólk og gott lag er, hava vit sjálvandi opið longri, tó hava vit stongt sunnudagar, sigur Lasse Høj.
##med3##
Hava havt gott samband við Skarv
Annars er ætlanin at skipa fyri fleiri tiltøkum gjøgnum árið – eitt nú hugsa vit at javnan skipa fyri spurnarkappingum, teknitiltøkum og fyrilestrum. Eisini hava vit poolborð, jukeboks við vinylplátum og yvir hundrað borðspøl. Umframt øl og rúsløgur hava vit eisini eitt serstakt drinkskort við breiðum úrvali av kokkteylum og blandingum.
Av tí at vit áður hava hildið til í grannalagnum hjá Skarv, hava vit havt gott samband við undanfarnu eigarnar, og vit hava eisini verið væl tilvitað um, at føroyskir útisetar hava sett dám á Skarv og seinni eisini grønlendingar og íslendingar, og tey skulu framhaldandi sjálvandi vera vælkomin á Palmehaven.
– Vit hava valt at skapt ein øðrvísi samleika við at leggja dent á danskar vørur og rúsdrekka, og tí skulu gestirnir ikki vænta at fáa Føroya Bjór til keyps, men vit hava altíð havt stóra virðing fyri, at føroyingar hava verið so trúðfastir og vent aftur til Skarv ferð eftir ferð, og hetta ynskja vit ikki at broyta. Hesir afturvendandi gestirnir saman við øllum teimum, ið koma í góðum lag skulu vera hjartaliga vælkomin í Palmehaven sigur Lasse Høj.
##med4##