Hendan myndin er tikin úti á tinghelluni í Tinganesi 20. mai í 2015, tá Morgunsendingin hjá Kringvarpinum var ein túr við Jørleifi Kúrberg í gomlu Havnini

Nýggj bók hjá Jørleifi um Reyn

Í dag verður forkunnug bók hjá Jørleif Kúrberg, sála, um Reyn løgd fram á Reinsarínum.

Hendan myndin er tikin úti á tinghelluni í Tinganesi 20. mai í 2015, tá Morgunsendingin hjá Kringvarpinum var ein túr við Jørleifi Kúrberg í gomlu Havnini

Tað er forlagi Sprotin, sum gevur út bókina, sum Rand

 

Í kvøld klokkan 20 fer Randi Kúrberg, dóttir Jørleif, at leggja fram bókina »Reyn kæra Reyn«. Mentanarnátt er í Havn í kvøld, og tí er sera hóskandi at leggja fram bókina hjá Jørleifi, sum er skipað sum ein gongutúrur við Jørleifi Kúrberg úti á Reyni og í gomlu Havnini.

 

Jørleif var kendur fyri so mangt, millum annað at duga væl at siga søgur og vera undirhaldandi. Frásøguhegni hansara hevði sína styrki í, at hann segði søgurnar saman við áhoyrarunum.

 

– Nú er eingin Jørleif, men bókin Reyn, kæra Reyn við sínum stórfingnu myndum og orðum frá Jørleifi man vekja ans og sans hjá lesaranum og hyggjaranum, soleiðis at hann kennir seg sum lurtara og fær hug at geva øðrum søgurnar hjá Jørleifi – ella kanska siga sínar egnu. Tá lata vit „ei søguna doyggja …“ Á mentanarnáttini fer Randi við forvitnisligum myndum og smáum søgum at greiða frá, og tá ið tiltakið á Reinsarínum er av, verður farið ein lítlan gongutúr út á Reyn, skriva fyrireikararnir.

 

##med5##

 

Orð og tónar eru bókmentir og tónleikur, og hetta kvøldið fer sangarin og sangskrivarin Bjarki Hansen at spæla og syngja.

 

Skrá:

 

Kl. 19.30 Bókasøla byrjar

 

Kl. 20.00 Bjarki spælir og syngur tveir sangir

 

Kl. 20.10 Framløga við Randi Kúrberg

 

Kl. 20.40 Bjarki spælir og syngur ein sang

 

Kl. 20.45 Bókasøla og gongutúrur/ar við Randi Kúrberg

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

Hendan myndin er tikin úti á tinghelluni í Tinganesi 20. mai í 2015, tá Morgunsendingin hjá Kringvarpinum var ein túr við Jørleifi Kúrberg í gomlu Havnini