Byggingin av íbúðarlonini byrjaði av álvara eftir summarfrítíðina í fjør, og fyri góðum mánaði síðan varð íbúðarlonin so reist. Øll verkætlanin verður liðug á sumri næsta ár. Mynd: Álvur Haraldsen.

Nýggja íbúðarlonin verður liðug næsta summar

- Tá vit lata byggiverkætlanina av hondum næsta summar, verða íbúðirnar lyklaklárar, og tá er alt við uttan tað leysa innbúgvið, sigur Helgi Johannessen, stjóri í KBH.

 

Byggingin av íbúðarlonini byrjaði av álvara eftir summarfrítíðina í fjør, og fyri góðum mánaði síðan varð íbúðarlonin so reist. Øll verkætlanin verður liðug á sumri næsta ár. Mynd: Álvur Haraldsen.

Fyri góðum mánaði síðan var reisigildi á Toftum, tá ein íbúðarbygningur, sum er ætlaður til búfelagsskap undir Almannaverkinum, varð reistur. Tað var í 2022, at Nes kommuna og Bústaðir gjørdu eina rammuavtalu um eitt grundstykki millum kommunuskrivstovuna og gamla føroyabankabygningin á Toftum. 

 

Avtalan snúði seg um, at kommunan gjørdi grundstykkið byggibúgvið og seldi tað til Bústaðir, sum síðan skuldi byggja íbúðir, ið Almannaverkið fer at leiga til íbúgvar, sum eru fevndir av teirra tænastum. Á sumri í 2023 varð sáttmáli undirskrivaður millum Bústaðir og Byggivirkið KBH um bygging av íbúðarlon í trimum hæddum.

 

Í byggiverkætlanini eru 18 íbúðir, umframt ein íbúð til starvsfólk.

 

Aftrat íbúðunum, sum verða á umleið 50 fermetrar hvør, verða eisini felagshølir, starvsfólkarúm, goymsla, tøknirúm og annað. Aftan fyri bygningin verður eitt elevatortorn, trappur, svalagongd og stuðlamúrur við hegni, og framman fyri bygningin verður altan, terrassa og parkering.

 

Tað er byggifyritøkan KBH, sum er heildararbeiðstakari í verkætlanini. Byggingin byrjaði av álvara eftir summarfrítíðina í fjør, og fyri góðum mánaði síðan varð íbúðarlonin so reist. Byggingin hevur gingið væl, og øll verkætlanin verður liðug á sumri næsta ár.

 

Helgi Johannessen, stjóri í KBH, sigur, at allar íbúðirnar í bygninginum verða eins, men tvær av íbúðunum verða meira lagaðar til fólk við rørslutarni. Hetta er annars ein vanlig íbúðarbygging, og millum íbúðirnar eru betongveggir og betongdekk. Betongið er bæði berandi og ein trygd móti bruna og ljóði.

 

Í KBH eru umleið 30 starvsfólk, tá umsitingin er íroknað. Handverkararnir eru einir 24 í tali, íroknað lærlingar, sum eru átta, og byggifrøðingarnir í fyritøkuni eru tríggir í tali.

- Seinastu tveir mánaðirnar hava einir 10-12 mans hjá okkum fingist við íbúðarbyggingina fyri Bústaðir, og eg vænti, at hetta verður tað, sum vit koma at brúka av fólki til henda partin av virkseminum frameftir.

Stjórin sigur, at verkætlanin fyri Bústaðir sambært sáttmálanum kostar 26 milliónir krónur, og hetta eru tvær milliónir minni, enn metingin segði. Tá KBH letur byggiverkætlanina av hondum næsta summar, verða íbúðirnar lyklaklárar, og tá er alt við uttan tað leysa innbúgvið.

 

Nøkur fá ár herfyri bygdi KBH 18 íbúðir fyri Bústaðir á Kneysum á Toftum, og síðan bygdi byggifyritøkan sjálv 16 íbúðir beint niðan av íbúðunum hjá Bústøðum.

 

##med2##

 

Seinnu árini hevur byggifyritøkan eisini bygt nøkur sethús í nýggju útstykkingini hjá Runavíkar kommunu, og á Høganesvegi á Toftum hevur KBH bygt seks randarhús, har tey seinastu verða liðug í summar.

 

Helgi Johannessen sigur, at nýggjasta verkætlanin hjá KBH er úti á Nesi, har fyritøkan fer at byggja trý vanlig sethús, sum tey fara at selja. Grundstykkið, sum liggur í ovara borð á vegnum, sum fer niðan á Agnið, er klárt at byggja á, og hetta arbeiðið fer í gongd í næstum. 

 

Byggingin av íbúðarlonini byrjaði av álvara eftir summarfrítíðina í fjør, og fyri góðum mánaði síðan varð íbúðarlonin so reist. Øll verkætlanin verður liðug á sumri næsta ár. Mynd: Álvur Haraldsen.

Hetta eru randarhúsini á Høganesvegi, sum KBH hevur bygt. Mynd: Álvur Haraldsen.