Nýggjur Argjabáturin í gamla lagnum

8-mannafør: Kappingin um næstfremsta plássið var ógvuliga stór

Fyri tveimum mánaðum síðani varð nýggjur Argjabátur flotaður. Í dag var hann fyri ferð í kapping um FM stig. Eingin bátur yvirhøvur hevur vunnið meiri enn Argjabáturin, sum verður roknaður at vera flaggskipið í kappróðrinum hjá teimum á Argjum.

 

Í dag vunnu argjamenn fyrsta róðurin í nýggja bátinum. Argjabáturin hevði fínan start og stakk stkjótt stavnin framum hinar bátarnar, og Argjabáturin var alla tíðina fremstur.

 

Eina løtu var fjarstøðan frá Argjabátinum og aftur til hinar bátarnar væl meiri enn ein bátslongd.

 

Í endaspurtinum var eingin ivi um, at Argjabáturin fór at vinna. Men fjarstæðan aftur til næstu bátarnar minkaði rættiliga nógv á síðstu 100 metrunum. Serliga var tað Heiðabáturin, sum gjørdi um seg og staðfesti, at tað av álvara er við at birtast lív millum mennfólkamanningarnar hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ.

 

Gullbrandur úr Fuglafirði og Knørrur hjá Róðrarfelagnum Knørri í Havn vóru sera væl við.

 

 

 

8 MANNAFAR

 

 

 

 

Navn

 
 

Nr.

 
 

Tið

 
 

Stig

 
 

Gult

 
 

Reytt

 
 

Argjabáturin

 
 

1

 
 

04:58.39

 
 

7

 
 

0

 
 

0

 
 

Heiðabáturin

 
 

2

 
 

05:00.46

 
 

6

 
 

0

 
 

0

 
 

Gullbrandur

 
 

3

 
 

05:01.07

 
 

5

 
 

0

 
 

0

 
 

Knørrur

 
 

4

 
 

05:02.41

 
 

4

 
 

0

 
 

0

 
 

Nevið Reyða

 
 

5

 
 

05:10.28

 
 

3

 
 

0