Nýggjur finalistur skal finnast

Nú er greitt, hvussu liðini møtast í 1. umfar og í fjórðingsfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum, skrivar Fótbóltssambandið

Heðin Arge, vertur í Televarpinum, og Rannvá Biskopstø Andreasen, ið tók sær av lutakastinum - Mynd: Hans Erik Danielsen

Nú er greitt, hvussu liðini møtast í 1. umfar og í fjórðingsfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum, skrivar Fótbóltssambandið. Steypafinalan í fjør, sum var millum NSÍ og KÍ, verður ikki endurtikin í ár. Tað er greitt, eftir at lutakast hevur verið til 1. umfar og til fjórðingsfinalurnar til ársins steypakapping hjá kvinnum.

 

Tað var Rannvá Biskopstø Andreasen, ið stóð fyri lutakastinum, sum var avgreitt í hálvleikinum í landskappingardystinum millum júst KÍ og NSÍ, sum varð spældur á Djúpumýru í Klaksvík mikukvøldið.

 

1. umfar (mikudagin 8. mai)

 

AB – Víkingur

 

Fjóðingsfinalurnar (mikudagin 12. juni)

 

HB – Skála

 

AB ella Víkingur – FC Hoyvík

 

NSÍ – KÍ

 

B36 – TB/FCS/Royn

 

Hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum verða spældar ávikavist 27. august og 25. september, meðan finalan verður á Tórsvølli leygardagin 5. oktober.

 

##med2##

 

Heðin Arge, vertur í Televarpinum, og Rannvá Biskopstø Andreasen, ið tók sær av lutakastinum - Mynd: Hans Erik Danielsen