Nýggjur ILA-illgruni í Hammerfest

Tað er nú javnan, at ILA-illgruni er á norskum alibrúkum, og á nøkrum alistøðum er sjúka staðfest.

 

 

Tað plagar at vera sagt, at ILA var ein orsøkin til, at føroyska alivinnan fór fyri bakka fyrst í hesi øldini. Síðan alivinnan fótaði sær aftur í størri eindum, hevur vinnan her hjá okkum havt vindin í seglunum.

 

Og tøkk eiga dugnalig fólk fyri tað.

 

At síggja til, lærdi kreppan, sum rakti føroysku alivinnuna, okkum nógv, og í fleiri ár hava vit í Føroyum havt eina sterka alivinnu, sum hevur megnað at tjent pengar og gjørt stórar íløgur.

 

Í norskari alivinnu hevur í seinastuni ofta verið at hoyrt um ILA-sjúku, og sambært iLaks er í løtuni illgruni um ILA í einum alibrúki hjá Sermaq Norway í Hammerfest.

 

Tað var í gjár, hin 8. juni, at norska Matvørueftirlitið fekk fráboðan um illgruna til ILA-sjúku í Hammerfest. Illgrunin byggir á sonevndar positivar PCR-royndir.

 

Matvørueftirlitið fyrireikar nú at fara á alistøðina at gera neyvari royndir og staðfesta, um ILA-sjúka er í alibrúkinum.  Væntandi verður endalig greiða á hesum í næstu viku.

 

iLaks skrivar, at til tess at fyribyrgja møguliga smittuspjaðing, eru treytir lagdar á alingina í økinum, soleiðis at fiskur ikki kann flytast úr alibrúkinum uttan við serligum loyvi.

 

- Verður illgrunin um ILA staðfestur, kann Matvørueftirlitið áleggja Sermaq Norway í Hammerfest at tøma allar aliringarnar, veit iLaks at siga.