Nýggjur miðverji er á veg til Klaksvíkar

Longu eftir dystin á Skála fer hann at venja saman við nýggju

KÍ skrivar soleiðis í dag:

 

KÍ hevur skrivað sáttmála við Alexander Berntsson fyri hetta kappingarárið. Um nýggja leikarin sigur høvuðsvenjarin, Espen Haug:

 

- Vit eru sera væl nøgdir við tilgongdina av Alexander. Hann kemur higar við virðismiklum royndum  við næstan 200 dystum úr svenskum toppfótbólti. Hann er í góðum aldri og hevur óiva síni bestu ár fyri framman. Sum miðverji er hann tryggur við bóltinum í vinstru og høgru og við góðari kropsmegi kemur hann at styrkja liðið bæði í verjupartinum og til deyðbóltar í álopinum.

 

Eftir ætlan kemur Alexander higar í vikuni og fær rímiliga tíð at venja saman við liðnum so hann er tøkur tá flytingargluggin letur upp í juni, skrivar KÍ.

 

Í 10. umfari fer KÍ týskvøldið at spæla á Skála.