Nýggjur stjóri á Kjølbro Heilsølu

Kjølbro Heilsøla fær í næstum nýggjan stjóra

Talan er um Árna Frederiksberg, sum seinastu 10 árini hevur arbeitt í Betri Banka, millum annað á Vinnulívsdeildini.

 

Árni er 30 ára gamal, og verður í næstum útbúgvin HD í roknskapi og fíggjarstýring.

 

Hans Arni Bjarnason Thomsen, sum seinastu 5 árini hevur verið stjóri á Kjølbro Heilsølu, hevur samstundis verið stjóri á Kjøli, har hann byrjaði í 2015.

 

Hans Arni heldur fram í starvinum, sum stjóri á Kjøli, har ætlanir eru við útbyggingum av ymiskum slag. Harumframt hevur Hans Arni játtað at taka sæti í nevndini í Kjølbro Heilsølu.

 

Árni byrjar í starvinum 1. mars