Nýggjur Zivkovic er nú í Vági

Verjuspælari úr Serbia fer at hjálpa FC Suðuroy at varðveita plássið í næstbestu deildini

mynd: FC Suðuroy

Í fótbóltshøpi minnast tey í Vági serliga aftur á ár 2000. Tá eydnaðist tað VB fyri fyrstu og higartil einastu ferð at vinna FM.

 

VB vann FM við 40 stigum – tvey stig frammanfyri HB sum var einasti rættiligi avbjóðarin.

 

Fýra útlendskir spælarar vóru á liðnum saman við óføru vágbingunum.

 

Krzystof Popczynski úr Póllandi var venjari og álopsspælari, og hin pólverjin var Robert Cieslewicz, sum eisini var álopsspælari.

 

Hinir báðir vóru úr Serbia – miðvallarin Milan Kuljic og stinni miðverjin Predrag Zivkovic, sum tá var 26 ára gamal.

 

Í dag boðar FC Suðuroy frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við Ivan Zivkovic úr Serbia. Hann hevur seinastu tíðina spælt við FK Alfa Modrica í Bosnia/Herzegovina.

 

Ivan Zivkovic er 23 ára gamal, og hann er sonur Predrag Zivkovic, greiðir formaðurin í FC Suðuroy, Julius Vest Joensen, frá. Hann var tvey ára gamal, tá ið pápin var við til at vinna FM til Vágs, og eisini næstu árini var hann í Føroyum. Predrag Zivkovic spældi við VB fram til og við 2003,  tá ið hann eisini var venjari. Í 2004 og í 2005 umboðaði hann TB.

 

FC Suðuroy hevur 12 stig og er næstaftast í næstbestu deildini. Palli Augustinussen er venjari, og fyrsti dysturin eftir summarsteðgin verður 27. juli á útivølli ímóti EB/Streymi.

 

mynd: FC Suðuroy