Nýskipanir neyðugar

Gert tú tað sama, fært tú tað sama. Vilt tú hava nakað annað, mást tú gera nakað annað!

 

Vit hoyra javnan um, at fólk eru ónøgd við ymsar tænastur hjá tí almenna. Tað verið seg um hjálp til børn við tørvi, tænastu til okkara eldru, manglandi bústaðir til fólk, sum hava tørv á serligum fyriskipanum. Kundi nevnt so nógv onnur dømi. Tey koma fram í miðlunum og fólk koma á sjónvarpsskíggjan at kæra sína søk og útstilla sína neyð í vónini um hjálp. Viðhvørt støkkur onkur í skipanini upp, og sær, at hetta má loysast og tað, sum ikki kundi lata seg gera, verður fiksað eftir lítlari løtu. Einstaklingasøgurnar elva til einstaklingaloysnir. 

 

Skipanin, sum ikki riggar, hon heldur fram og rópar um meira pengar, sum politikararnir játta. So kann skipanin halda fram at gera meira av tí sama, og vit fáa meira av tí, sum ikki riggar.

 

Tað er tí alneyðugt, at vit fáa vent fleiri almennum skipanum á høvdið. Halda uppat at gera tað, sum ikki virkar og fara at gera nakað annað.  Hetta er tað vit kalla “nýskipanir” – og slíkum vil eg arbeiða fyri á nógvum økjum innan okkara vælferðartænastur. Tað er neyðugt, um borgararnir skulu fáa betri tænastur fyri teir pengar vit brúka. Alneyðugt er eisini við nýhugsan, so vit kunnu fáa veitt tænastu til teir borgarar, sum í dag verða súltaðir á bíðilistum ella í ikki nøktandi tilboðum. Átroðkandi um vit skulu megna tær avbjóðingar, sum framtíðin setir okkum á vælferðarøkinum.

 

Politikarar skulu skapa rammurnar fyri nýskipanum. Seta út í kortið, men lata tey, sum veruliga hava skil fyri uppgávuni arbeiða við loysnunum. Tað eru ikki einfaldar loysnir upp á hesar torgreiddu trupulleikarnar. Tí er neyðugt við skilagóðum fólki og góðum umstøðum at arbeiða við loysnum. Í valstríðnum eru nógv, sum hava einfaldar loysnir upp á hesar kompleksu trupulleikarnar, sum neyvan halda ein metur í veruleikanum.

 

Eg komi ikki við nøkrum lokkandi og løttum loysnum, men fari altíð at arbeiða fyri at tey, sum tørva hjálp, fáa ta hjálpina teimum tørva – tá teimum tørva hana.

 

Set krossin á rætta stað tann 8. desember

 

Margit Stórá – á lista C