Ukraina ynskir F16-flogfør úr vesturheiminum í verjukrígnum móti Russlandi. Tað fer sambært amerikansku loftverjuni at taka minni tíð enn áður hildið at venja ukrainar at brúka hesi flogfør.

Nýtast bara fýra mánaðar venjing til F16-jagaraflogfør

Tað vísa royndir, nú tveir ukrainskir jagaraflogskiparar hava verið í USA, har teir hava lært at flúgva og brúka F16-stríðsflogfør.

Ukraina ynskir F16-flogfør úr vesturheiminum í verjukrígnum móti Russlandi. Tað fer sambært amerikansku loftverjuni at taka minni tíð enn áður hildið at venja ukrainar at brúka hesi flogfør.

Tíðindamiðilin, Yahoo News, hevur fingið hendur á einum skjali hjá amerikansku loftverjuni, har sagt verður, at tveir ukrainskir jagaraflogskiparar hava verið til venjingar á flogstøðini í Arizona.

 

Eftir at hava roynt seg í F16-flogsimulatori, hava teir eftir bert tveimum vikum greitt uppgávuna yvir allar væntanir.

 

Við hesum royndum í huga, eru amerikanarar komnir eftir, at tað hevði tikið ukrainsku flogskiparunum umleið fýra mánaðir at vant seg við F16-jagaraflogførini - og ikki 18 mánaðir, sum áður hevur verið hildið.

 

Sambært nevnda skjali, høvdu ukrainsku jagaraflogskipararnir ongar royndir við F16, áðrenn teir sluppu at royna seg. Teir høvdu ístaðin royndir við jagaraflogførum av sløgunum, Su-27 og MiG-29, sum bæði eru frá Sovjet-tíðini og verða brúkt í krígnum í Ukraina.

 

Í løtuni hevur Ukraina eingi F16-flogfør, men spurningurin, um vestanlond fara at lata ukrainsku loftverjuni hesi stríðsflogfør, er vorðin meira aktuellur í seinastuni.

 

Bretland og Niðurlond hava tikið stig til eina sonevnda samgongu, sum hevur til endamáls at útvega Ukraina bæði F16 og venjing til hesi flogfør. F16 eru upprunaliga amerikansk, men eru í dag í einari røð av londum.

 

 

 

Ukraina ynskir F16-flogfør úr vesturheiminum í verjukrígnum móti Russlandi. Tað fer sambært amerikansku loftverjuni at taka minni tíð enn áður hildið at venja ukrainar at brúka hesi flogfør.