Nýtt føroyskt lið ímóti Montenegro

Signe Pries Andersen høvuðsvenjari hevur sett sítt fyrsta lið, nú kvinnulandsliðið í kvøld spælir Nations League dyst

Sunniva Willemoes úr HB byrjar inni í sínum fyrsta dysti fyri A-landsliðið. Mynd: FSF

FSF/Jakoba Svensdóttir skrivar soleiðis:

 

Kl. 18.00 bresta Føroyar og Montenegro saman á Tórsvølli. Hetta er fyrsti dystur við Signe Pries Andersen við róðrið, og eisini fyrsti dystur hjá kvinnulandsliðnum í Nations League. Føroyar spæla í League C, og eru í bólki saman við Aserbadjan, Montenegro og Kýpros.

 

Montenegro, sum vit møta í kvøld eru úr potti 2, í meðan Føroyar eru úr potti 4. Seinast vit leiktu ímóti Montenegro var á vári í 2017, og tá vunnu Føroyar 2-1 á útivølli.

 

Talan er um eitt ungt føroyskt lið, og tá liðini í kvøld hittast aftur, hesaferð á Tórsvølli, eru tað bert Heidi Sevdal, Eyðvør Klakstein og Ásla Johannesen, sum ganga aftur frá 2017. Signe hevur valt hesar at byrja, til hennara fyrsta dyst sum landsliðsvenjari hjá Føroyum.

 

Óluva Allansdóttir Joensen verjir føroyska málið, og í miðverjuni byrja Birita Ryan og Sara Samson Lamhauge. Liðskiparin Ásla Johannesen byrjar á vinstra bakki og Julia Naomi Mortensen á høgra.

 

Á sentrala miðvøllinum byrjar Sunniva Willemoes, sum spælir sín fyrsta dyst á A-landsliðnum, saman við Jensu Kannuberg Tórolvsdóttir og Eyðvør Klakstein. Heidi Sevdal og Mona Rasmusdóttir byrja á ávíkavist høgra og vinstra kanti, meðan Rebekka Benbakoura mannar føroyska álopið.

 

Á føroyska bonkinum eru: Valborg Østerø, Malena Olsen, Lena Olsen, Fridrikka Clementsen, Rúna Olsen, Tórunn Højgaard Joensen, Tóra Mohr, Ása Stórá Carlsen, Rúna Jacobsen, Sarita Petersen og Margit Magnusdóttir.

 

Dysturin millum Føroyar og Montenegro byrjar kl.18.00, og atgongumerki eru at finna í nethandlinum hjá FSF.

 

Dysturin verður eisini vístur beinleiðis á R1 hjá Televarpinum.

 

Sunniva Willemoes úr HB byrjar inni í sínum fyrsta dysti fyri A-landsliðið. Mynd: FSF