Nýtt whisky úr Klaksvík

Í dag kemur fjórða slagið av whisky frá Einar’s

966 fløskur av whisky frá Einar’s í Klaksvík verða í dag settar til sølu kring landið.

 

Hetta er er fjórða slagið av whisky, sum kemur frá distillarínum hjá Føroya Bjór.

 

Hini trý sløgini hava øll verið útseld eftir fáar tímar.

 

Nýggja whiskyfløskan verður seld í Rúsuni, á flogvøllinum og umborð á Norrønu.