Obama og fleiri talkshowvertir fáa innferðarbann til Russland

Sum svar upp á amerikonsk revsitiltøk ímóti Russlandi hevur Russland gjørt av, at 500 amerikanarar heva innferðarbann til Russland.

 

Russland boðaði í gjár frá, at tey hava givið 500 amerikanarum innferðarbann – teirra millum er fyrrverandi forsetin, Barack Obama – sum svar upp á revsitiltøk, sum amerikanska stjórnin hevur sett í verk.

– Sum svar upp á antirussisku tiltøkini, sum javnan verða sett í verk av Biden-stjórnini ... er innferðarloyvi til Russland banna 500 amerikanarum, verður sagt í fráboðan frá russiska uttanríkismálaráðnum, sum leggur afturat, at Obama er millum teir 500, sum ikki sleppa til Russland.

Í gjár legði USA fleiri hundrað feløg afturat listanum við revsitiltøkum í eini roynd at raka russiska búskapin vegna kríggið í Urkaina.

– Washington átti fyri langari tíð síðani havt lært, at einki fíggindalig tiltøk ímóti Russlandi verða ósvarað, segði uttanríkisráðið.

Millum tey 500 amerikanararnar, sum nú ikki longu sleppa til Russland, er eisini talkshowvertinir, Stephen Colberg, Jimmy Kimmel go Set Meyer.l

CNN-verturin Erin Burnett og tíðindavertinri á MSNBC Rachel Maddow og Joe Scarborough eru eisini fevnd av tiltøkunum.

Russland sigur í boðunum, at tey hava svartlistað senatorar, kongresslimir og limir í hugsunarbankum, sum eru »við í spreiðingini av russofobiskum hugburðum og falsnaríi« eins og leiðslunum í feløgum, sum »veita Ukraina vápn«.

Í somu boðum verður eisini sagt, at Russland hevur givið avboð til eina konsulera vitjan hjá amerikanska journalistinum Evan Gershkovich, sum varð handtikin og ákærdur við njósning í mars.

Tann avvísingin varð gjørd við bakgrund í eini avvísing frá Washington upp á at geva journalistum visa, sum skuldu til ST við russiska uttanríkisráðharranum Sergej Lavrov í apríl.

Russland hevur harumframt sett Karim Khan, sum er ákæri við altjóða revsidómstólin ICC, á listan við eftirlýstum persónum.

Í mars útsendi ICC eini handtøkuboð upp á russiska forsetan, Vladimir Putin.

Eingin orsøk er nevnd fyri, hví Khan er eftirlýstur.

/ritzau/AFP

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Barack Obana, sleppur ikki til Russland komandi tíðina. hann er komin á listan yvir 500 amerikanarar, sum hava fingið innferðarbann til Russland