Oddsini fyri at AB vinnur á Norðoyastevnu eru risastór

11 altjóða veddingarfyritøkur lata odds upp á dystin millum KÍ og AB

Í annaðkvøld klokkan 19 verður fyrsti dysturin leiktur í 12. umfarinum í Betrideildini.

 

Talan er um dystin millum KÍ og AB, ið verður leiktur á vøllinum við Djúpumýru á Norðoyastevnu.

 

KÍ er greitt fremst í Betrideildini við fullum stigatali, 36 stigum meðan AB liggur aftast við bert einum stigi.

 

Tað sæst eisini á oddsunum hjá 11 veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini fyri útisigur til AB liggja heilt uppi á 47,55.

 

Hægstu oddsini upp á heimasigur til KÍ eru 1,03. Tvær veddingarfyritøkur sýta enntá at lata odds fyri ein sigur til KÍ, tí tær halda, at tað er sjálvsagt, at KÍ vinnur dystin.

 

Her eru oddsini:

 

##med2##