Ódnarveður: Klokkan 10 í morgun er tað mesta yvirstaðið

Nú fer hann at minka so spakiliga, sigur veðurstovan

Tað hevur verið kolandi stormur í nátt. Andrias Klein Gregoriussen á Veðurstovuni sigur, at í nátt hevur miðal vindurin verið upp í 28 metrar um sekundið, men í hvirlunum hevur hann verið upp í 60 metrar um sekundið, og meiri enn tað, har tað hevur staðið á.

 

Men hann sigur, at nú fer at hæsað av, hóast tað enn eru harðar hvirlur, í ælunum. Men sum heild fer hann nú at minka vindin, fyrst norðan fyri og vestan fyri, har er hann longu minkaður nakað. Og so fer hann at minkað so líðandi suður eftir og klokkan 10 eigur tað at vera yvirstaðið allarflesta staðni. Er nakað av vindi eftir tá, verður tað í eystara parti og sunnara parti í landinum.