Øll 67 líkini eru nú fingin upp úr Potomac-ánni

Framvegis er ógreitt, hví flogfarið og tyrlan stoyttu saman nærindis Ronald Reagan-flogvøllinum í Washington

Øll tey 67, sum lótu lív í herviligu flogvanlukkuni í Washington herfyri, eru nú funnin og fingin upp úr Potomac-ánni, har flogfarið endaði.

 

Tað siga myndugleikarnir í økinum.

 

Av teimum 67, er 66 eyðmerkt, og arbeitt verður við at eyðmerkja seinasta líkið.

 

Partar av flogfarinum, sum American Airlines átti, eru eisini fingnir upp úr ánni, og í dag hevur verið arbeitt við at fáa stýrhúsið og aðrar partar av flogfarinum upp.

 

Vanlukkan hendi, tá flogfarið var í ferð við at lenda á Ronald Reagan-flogvøllinum nærindis ánni - og ein hernaðartyrla og flogfarið stoyttu saman.

 

Tíðindastovan NTB, sum skrivar um vanlukkuna í kvøld, sigur, at framvegis er ógreitt, hví flogfarið og tyrlan stoyttu saman.

 

Tey trý fólkini, sum vóru í hernaðartyrluni, lótu eisini lív, og soleiðis lótu tilsamans 67 fólk lív í vanlukkuni nærindis Ronald Reagan-flogvøllinum í Washington.