Øll skulu hava ráð til grøna orkuskiftið

Tað er alneyðugt, at vit seta bindandi krøv til politisku skipanina við eini veðurlagslóg. Vit mugu tryggja, at vit fáa eitt skjótt, grønt skifti.

 

 

 

Vit mugu samstundis eisini syrgja fyri, at øll koma við. Í dag dupultstraffa vit tey, ið hava ringast ráð at leggja um. Meðan tey við høgum inntøkum kunnu velja oljuna frá við at gera íløgur í varandi orkuskipanir, mugu tey, ið ikki hava ráð, gjalda ein óhugnaliga høgan oljuprís. Uttan møguleika at velja grønu loysnina, tí hon púra einfalt er alt ov dýr.

 

 

 

Tí skulu vit syrgja fyri, at øll fáa ráð til orkuskiftið. Eisini her skulu breiðastu herðarnar bera tyngstu byrðuna. Vit mugu saman við fíggingarstovnum, myndugleikum og eitt nú Bústøðum syrgja fyri eini skipan, har tey, ið hava ringast ráð, eisini fáa lut í orkuskiftinum.