Oftast hava royndir spælarar brent brotsspørk fyri Ongland

Michael Owen hevur verið frammi við nøkrum áhugaverdum hagtølum um brend brotsspørk í brotssparkskappingum hjá Onglandi

Sum Michael Owen vísir á eru tað mest royndir spælarar, ið hava brent brotsspørk fyri Ongland í brotssparkskappingum

Brotssparkskappingar eru ein marra hjá enska landsliðnum, og aftur farna sunnudag var tað staðfest.

 

Ongland tapti brotssparkskappingina í EM-finaluni móti Italia, har Marcus Rashford, Jadon Sancho og Bukayo Saka allir brendu. 

 

Ongland hevur farnu 31 árini tapt heilar sjey brotssparkskappingar í avgerandi HM- og EM-dystum.

 

Roy Keane, José Mourinho og nógvir aðrir serfrøðingar vóru úti aftaná finaluna og søgdu, at Marcus Rashford, Jadon Sancho og Bukayo Saka vóru alt ov ungir til at skjóta brotsspørk í einum so avgerandi dysti.

 

Men nú hevur fyrrverandi Liverpool og Manchester United spælarin, Michael Owen skrivað á Twitter, at allir teir sum áður hava brent brotsspørk í slíkum brotssparkskappingum hjá enska landsliðnum hava stórt sæð verið royndir spælarar.

 

Teir sum brendu brotsspørkini fyri Ongland í avgerandi brotssparkskappingum í EM og HM-høpi vóru millum 24 og 31 ára gamlir.

 

Tí heldur Michael Owen, at tað er burtur úr vón og viti at tosa um, at Marcus Rashford, Jadon Sancho og Bukayo Saka vóru alt ov ungir til at skjóta brotsspørk í einum so avgerandi dysti. Allar hinar ferðirnar vóru tað teir royndu ensku landsliðsspælararnir sum brendu. 

 

Omanfyri sæst yvirlitið Michael Owen vísir á. Enska blaðið "The Sun" hevur prentað yvirlitið hjá Michael Owen. 

 

Sum Michael Owen vísir á eru tað mest royndir spælarar, ið hava brent brotsspørk fyri Ongland í brotssparkskappingum