Ógvusligt vátveður elvt til vatnflóð og kravt mannalív í Týsklandi

Partar av Vestur-Týsklandi er í neyðrættarstøðu. Stórar og kraftmiklar mongdir av regni hava elvt til ómetaliga stórar skaðar.

ómetaliga stórar skaðar. Skaðarnir fevna um oyðilegging av húsum, afturlating av motorvegum, mongdaburturflutning av fólki og fleiri andlát. Í morgun er støðan ringast í kommununi, Schuld, í stakríkinum Rheinland-Pfalz. Har eru í løtuni 30 fólk saknaði – hetta orsakað av at heili seks hús eru skolaði burtur. Heili 25 hús eru í stórum vanda fyri at falla.

 

 

 

Støðan er ótrúliga álvarsom. Vatn skolar yvir vegir og landsbýir, sum av somu orsøk ikki kunnu nýtast, sigur økisleiðari, Julia Gieseking. Hon leggur afturat, at neyðrættarstøðan skal geva pláss og møguleika fyri fleiri herfólkið at hjálpa í neyðstøðuni.

 

 

 

Av teimum deyðu vóru tvey teirra sløkkiliðsfólk. Ein teirra royndi at bjarga sínum egnu húsum. Hin doyði í samband við eitt sløkkiliðsátak í Elverlingsen.