Okkara ungu - útbúgving og menning í Ríkisfelagsskapinum

Dreymurin hjá okkara ungu er at blíva floygd heimaífrá, spreiða veingirnar og seta kós til onnur lond fyri at víðka sín sjónarring og fáa sær góða útbúgving og royndir.

 

Okkara lesandi, sum byrja lesna í Danmark kunnu við donskum ríkisborgararætti, útbúgva seg, har tey vilja í Evropa og aðrastaðnis á líka føti við onnur ungfólk í Ríkinum og við donskum SU-lánum.

 

Er hetta ikki gull vert fyri eitthvørt land og eitthvørt fólk at hava slíkan møguleika?

 

Men er hetta ein sjálvfylgja?

 

Sleppa t.d. óavmarkað tal av íslendingum at lesa í Danmark og við SU-stuðli og lánum frá fyrsta degi? Nei, tað ber ikki til hjá teimum, tí teir eru ikki partur av Ríkinum, men koma einans undir norðurlendsku avtaluna.

 

Eg vil okkara ungdómi tað besta, bestu korini og smidligar loysnir at virka innanfyri.

 

Tí bjóði eg meg eisini fram at verða títt umboð á Christiansborg.

 

Set X við

 

Johan Dahl

 

valevni fyri Sambandsflokkin til fólkatingsvalið