OL: Federer avboð – Djokovic óvissur

OL í Tokyo stendur fyri durum. Hetta merkir, at íðkarar nú mugu taka endaliga avgerð, um teir raðfesta luttøku ella melda avboð

Í tennis umhvørvinum hevur verið stórur spenningur eins og ivamál um heimsstjørnurnar fóru at vera við. Rafael Nadal boðaði í góðari tíð frá, at hann ikki fór at luttaka í ár. Síðani kom fram, at tennisdystirnir verða leiktir uttan áskoðarar. Hetta fekk umstrídda talentið, Nick Kyrgios, at melda avboð. Hann vísti á vansarnar við einum tómum leikvølli og harafturat, at staðsetingin var ópraktisk. Kyrgios hevur eisini verið darvaður av skaðum, so hetta ávirkaði eisini avgerð hansara.

 

 

 

Nú eru tó komin fleiri avboð, og er karismatiska heimsstjørnan, Roger Federer, tvungin at melda avboð. Orsøkin er ein gamal skaði, ið hevur tikið seg upp. Av bestu kvinnuligu spælarunum kann nevnast, at hvørki Bianca Andreescu, Simona Halep ella Serena Williams luttaka.

 

 

 

Stóri spurningurin ið mong seta, er um heimsins besti í løtuni, Novak Djokovic, velur at taka lut. Hann hevur sjálvur útrykt, at tað er 50% kjansur fyri, at hann luttekur til ársins OL.

 

 

 

Ein stór motivatión hjá serbisku stjørnuni er, at um hann vinnur OL, so hevur hann møguleikan at vinna ein “Golden Slam”. Hetta merkir, at mann vinnur allar “Grand Slam” kappingarnar í sama kappingarárið umframt at vinna OL. Djokovic hevur vunnið allar tríggjar Grand Slam kappingarnar, ið eru leiktar higartil í 2021. Einasti tennisleikari, ið hevur vunnið alt í sama kappingarárið, er fyrrverandi kvinnuligi tennisspælarin Steffi Graf. Hetta megnaði hon í 1988.

 

 

 

OL byrjar tann 23.juli og endar 8.aug.