Ólavur Jøkladal: Gott nýggjár!

Sum formaður í Leiklistaráðnum fari eg at ynskja øllum eitt gott nýggjár og takka fyri árið, sum fór. Takk fyri, tit, sum gjøgnum árið hava stuðlað palllistina; hugsað verður um ta trúføstu fjøld av áskoðarum, sum regluliga hevur vitjað Tjóðpallin, og harafturat nýggj andlit, ið eru komin afturat.

 

Árið var hendingaríkt, tá ið kosin varð vinnari av arkitektakappingini í sambandi við, at Tjóðleikhús skal byggjast. Vónandi verður so, at almennu Føroyar fara at beina málið víðari, so farast kann í gongd við at skapa teir karmar, sum søma seg einum yrkisligum teatri og gera umstøðurnar hjá okkara palllistafólki - og starvsfólki annars - so góðar sum til ber.

 

Sum formaður í stýrinum fyri Tjóðpallin hevur verið hugaligt at sæð bæði Gentukamarið og Moldvørpuna, sum vendu sær til hin vaksna áskoðaran, umframt leikir, ið hava verið fyri børn, vísinda-ævintýrið KrímABC og samstarvið um barnaoperuna “Gandafloytan”. Leikirnir hava allir verið væl vitjaðir.

 

Ein av uppgávunum hjá Leiklistaráðnum er at vera partur í útlutanini av midlum til yrkisleiklistina. Leiklistaráðið ger tilmæli til landsstýrismannin í mentamálum, sum veitir henda stuðulin. Ein av hesum leikum farna árið var Lykkenborg, sum leiklistabólkurin Det Ferösche Compagnie stóð fyri; hann hevur verið framførdur í Miðvági í 2022 og varð væl vitjaður. Leikurin verður í næstum framførdur í Havnini.

 

Í sambandi við tveir av nevndu leikum varð givið út leikrit, har bókmentafrøðingar hava fegnast um, at hetta hendi um somu tíð, ella sama ár sum framførslurnar vóru.

 

Áhugaleiklistin hevur stóran týdning fyri yrkisumhvørvið, tá ið hugsað verður um at seta við og menna henda partin runt landið; At kveikja palllistina sum heild og skapa grundarlag fyri útvegan av ungum leikarum at mynda framtíðar yrkispalllistina. Í Nólsoy varð sangleikurin “Kongsdótturin” framførdur, og var tað ein fragd at gera túrin út hagar at síggja leikin. Í 2022 varð einrøðuleikurin “Kom bara inn, eg skal ikki gráta” sýndur í Føroyahúsinum.

 

Vit vóna, at áhugin verður líka stórur hetta komandi árið, og at palllistin í dansi, sangi, tónleiki og sjónleiki framvegis kann ríka okkara lív; og at tú, góði áskoðari, skalt kenna teg væl saman við okkum í 2023.

 

Síggjast á Tjóðpallinum.

 

 

 

Við kvøðu

 

Ólavur Jøkladal