Hóast hann bert er 18 ára gamal, so er Óli Mittún tíggjundi besti málskjúttin í EHF European League við 62 málum, sum hann hevur skotið fyri Sävehof í European League hetta kappingarárið.
Óli og liðfelagarnir í Sävehof spæla eftir øllum sólarmerkjum seinasta dystin í European League komandi týsdag klokkan 17.45 í Flensburg.
Liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg-Handewitt vann 41-30 (22-14) í Partille í tí fyrru fjórðingsfinaluni.
Hbold hevur gjørt eitt yvirlit við 10 teimum bestu málskjúttunum í European League. Tølini uttast til vinstru eru málini, ið vóru skotin í seinasta umfarinum.
Nummar | Leikari: | Dystir | Mál | Mál seinasta dyst |
---|---|---|---|---|
1 | Niclas Kirkeløkke | 15 | 81 | +10 |
2 | Andrii Akimenko | 13 | 80 | +2 |
3 | Juri Knorr | 14 | 78 | +5 |
4 | Gustaf Wedberg | 13 | 72 | +2 |
5 | Óðinn Rikhardsson | 12 | 71 | 0 |
6 | Mathias Gidsel | 9 | 64 | +9 |
7 | Jannik Kohlbacher | 14 | 64 | +3 |
8 | Viktor Bergholt | 11 | 62 | +5 |
9 | Taras Minotskyi | 10 | 62 | 0 |
10 |
Óli Mittún |
12 |
62 |
+6 |