Óli millum toppskjúttarnir í heimasigri hjá Sävehof

Sävehof eru nú ósigraðir í 15 dystum í bestu svensku hondbóltsdeildini

Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof spældu í kvøld fyrsta dystin í bestu svensku hondbóltsdeildini eftir HM-steðgin.

 

Sävehof vann á heimavølli 31-25 á Malmö. Sävehof var á odda 14-12 í steðginum.

 

Óli var saman við Sebastian Karlsson, Pontus Brolin og Alexander Westby toppskjútti hjá Sävehof í kvøld. Teir skutu allir fýra mál hvør.

 

Sävehof eru nú ósigraðir í 15 dystum í deildini. Óli og liðfelagarnir eru næstfremst í deildini við 32 stigum. Kristianstad er fremst við 34 stigum.

 

Komandi leygardag spælir Sävehof móti Aranäs á útivølli