Óli saknar at hava Elias á vøllinum

Klokkan 17.10 møtast Sävehof og Kristianstad í fjórðu meistaraskapsfinaluni

Tað stendur á gomlum nøglum hjá Óla Mittún og liðfeløgunum í Sävehof.

 

Seinnapartin klokkan 17.10 spælir Sävehof á heimavølli í Partille fjórðu meistaraskapsfinaluna móti Kristianstad, ið førir 2-1 í uppgerðunum. Tapir Sävehof er Kristianstad svenskur meistari 2023. Vinnur Sävehof verður fimta og avgerandi finalan leikt í Kristianstad Arena í komandi viku frammanfyri 5.200 áskoðarum.

 

Stóri miðilin, Göteborgsposten hevur spurt Óla hvussu tað er at klára seg uttan systkinabarnið, Elias Ellefsen á Skipagøtu, ið fekk ein heilaskjálvta í aðru finaluni móti Kristianstad: - Tað er sjálvandi torført, at hann ikki er við. Men í hondbólti eru nógvir skaðar. Tað er nakað vit heilt einfalt mugu liva við. Sjálvandi er tað ikki gott, at hann ikki er við, men vit aðrir hava avrikað væl á vøllinum, sigur Óli.

 

Spurdur um hvussu tað var at síggja systkinabarnið blíva skaddur sigur Óli: - Eg havi ikki hugsað so nógv um tað. Eg hugsi meir um komandi dyst enn, at hann ikki er við. Eg fái ikki gjørt so nógv við tað. Men heima í íbúðini hevur tað verið heldur ringur hýrur, sigur Óli í samrøðu við Göteborgsposten.