Óli var toppskjútti tá Sävehof vann 1. hálvfinaluna

Sävehof vann stórsigur á Kristianstad í tí fyrstu hálvfinaluni

Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof tóku í kvøld móti verandi meistarunum, Kristianstad í Partille í tí 1. hálvfinaluni í bestu svensku deildini.

 

Sävehof vann stórsigur 33-23. Í steðginum var Sävehof á odda 14-7.

 

ÓIi var toppskjútti hjá Sävehof við níggju málum, og hann legði eisini upp til eitt mál. Sambært hagtølunum var Óli tann mest effektivi leikarin hjá Sävehof.

 

Óli var eisini valdur til dagsins leikara.

 

Komandi týsdag klokkan 17.45 tekur Sävehof móti liðnum hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg-Handewitt í Partille í tí fyrru fjórðingsfinaluni í EHF European League. 

 

Komandi fríggjakvøld klokkan 18 spælir Sävehof aðru hálvfinaluna móti Kristianstad. Tá verður tað á útivølli. 

 

##med2##