Óluva Sigvardsen 1967-2023

Spelkin og spentur var hesin árgangurin, sum fór undir sítt annað skúlaár - í reyða skúlanum við Varðagøtu. Hetta er í august 1975. Flokslærarin skuldi royna fyri fyrstu ferð at taka eftir dugnaligari fransiskanarasystir, ið var farin aftur til heimlandið. Flokkurin var stórur, 16 dreingir og 9 gentur.

Møtimikið kanska hjá einum byrjara, men her var nærlagni lagt í fyrsta skúlaárið, so her var bara at byggja viðari við teimum fortreytum, sum vóru. Mannagongdirnar hjá systrunum vóru púra øðrvísi, enn ein væntaði. Lesingin í móðurmálinum  við hesum ymisku físljóðunum ørkymlaðu, men skjótt kom man eftir, at hetta var snilt, sum fransktalandi nunnan hevði lært hesi børnini. At man  mátti lata sum einki við ein fjaldum brosi, kom mangan fyri, tá hesi genialu  hjáljóðini so ruddiliga komu í kór út  um teir beru tanngarðarnar.Tað vóru hesi børnini, ið lærdu meg grundtónan í byrjunarlesingini, ið bara gjørdist eitt framhald gjøgnum mong góð arbeiðsár har.

 

Eitt av hesum børnunum í 2. a  var Óluva Midjord. Skilagóð, sjálvbjargin og røkin. Hon hevði hetta støðuga brosið og var ongantíð óhjálpin. Hon skaraði onkunsvegna burtur úr, síggi eg í mínum fyrsta kalendara frá skúlaárinum 1975/76. Ógvuliga sjónlig var hennara virðing fyri skúlareglunum og respekt fyri tí, hon hevði at umsita. Síggi fyri mær allar tær fittu úlpurnar, ið hingu á smáu knagunum og allar so gott sum sama slag, men onkur eitt nummar størri enn ein onnur kanska. Men har var eingin kinkur í, talmerkt var alt til hvønn einstakan og stivlar ella skógvar áraka á gólvinum í gongini. Gjøgnumførdur ordan, og her vóru genturnar óførar at minna dreingirnar á ordansreglurnar. Óluva dugdi so væl at skipa seg í øllum, hon hevði við at gera hesi skúlaárini, handliga sum verkliga. Búgvin eftir aldri var hon og loftaði skjótt nýggjum roknihættum og mállæruheitum.  

 

Systkin síni umrøddi hon so fittliga, at tað var næstan, sum eg kendi tey. Og enn minnist eg nøvnini á teimum. Besta stað á jørð er úti á Frælsinum, í Norðurrás 17, plagdi hon at taka til við sínum eitt sindur skálkasøta  brosi.

 

Skúlaárið 1980/81 fóru hesi børnini út í framhaldsdeildirnar í býnum, og onnur krøv tóku við. Við millumbilum fylgdi man við, áðrenn býurin tambaði seg  langt út um tað, nakar hevði roknað við. Óluva tók studentsprógv í Hoydølum og fer í bankalæru í táverandi Føroya Banka. Hon hevði gávurnar bæði til tað málsliga og matematiska, ið er ein fongur, tá valini skulu takast. Sum bankafólk tók lívið tað skap, ið kom at mynda lívsleiðina. Mannin, hon giftist við, fann hon innan karmarnar har, og ikki er tað av leið, tá eg meini, at tveir av synunum eisini eru farnir bankavegin. Óluva og maðurin Karl Eli Sigvardsen fingu 3 synir.

 

Men sum Jóhanna Maria Skylv skynsamiliga sigur um nornurnar, ið sita og spinna lívstráðin, so fær eingin av teimum tráðin heilt beinan. Har gerst mislitt, og har koma liðir og bungur í vevnaðin. Tað kom hetta eydnuríka húskið at merkja sum nakar. Óluva fekk eina tunga lagnu at dragast við. Sum burtur úr ongum gjørdist hon illa sjúk og fullkomiliga óhjálpin. Henda vakra, lívsglaða  og virkna mamman og konan fekk lívstráðin totalt endavendan. Har var eingin bøn.   So líðandi fjaraði burtur vónirnar um, at Óluva fekk nakrar førleikar aftur. Fyrimyndarliga familjan skipaði so sera samvitskufult fyri, at karmarnir heima vóru soleiðis, at hon kom í fremstu røð í tí sera truplu tíðini, sum merkti tey øll, men sum so virðiliga bóru hesi bakkøst. At vit frættu um aldursmark innan hesa so syndarligu heilasjúku, harmaði øll, ið kendu til  tvørligu gongdina. Óluva var ov ung at fáa  eftirvenjing og ikki nóg gomul til sín tørv!  Sømdirnar, sum vóru til ráða at taka, var at fara úr heimstaðnum suður til Sands. Ósmidligt og óvirðiligt, at tá vanlagna rakar, er aldur hjá tí rakta tað, ið kemur í fremstu røð. Og gongdin við aldursmarki sýnist í samfelagnum og sjúkhúsverkinum at raka í øllum tíðarbilum og talstrekkjum.  

 

Óluva góða, ein myndugleiki var yvir tær. Tú kundi ikki sum fyrr klæða teg og bera teg fram. Men í stólinum, har tú sat, var einki farið av tær. Sjúkan hevði ikki fingið bilbugt við títt kvinnuliga yvirbrá og dæmi, sum eyðkendi teg. Framvegis væl klødd, snøgg frá høvur til fót. Tíni næstu vistu, at soleiðis vildi tú tað - at varðveita hesar dygdir, hóast tínir førleikar so gott sum allir vóru skryktir undan tær, og tú ikki kundi geva annað til kennar enn at koyra tummil upp ella niður, tá tú meinti eitt ja ella nei.

 

Í apríl mánaða fór Óluva í Skálagarð í Klaksvík at vera. Tað er ein nýggjur stovnur fyri seinheilaskadd. Men bara hálvt ár skuldi ganga, so losnaði Óluva frá foldarlívinum og náddi gylta liðnum.

 

Livið minnið um teg, góða Óluva og hvíl tú teg í friði aftur í Havn.

 

 

 

Poulina Slættanes