Olympisku leikirnir

Øll orsøk er at ynskja nýggja landsstýrinum hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn hjartaliga til lukku.

 

Serliga er vert at frøast um, at eitt av tí, landsstýrið hevur sett sær fyri, er at Føroyar skulu verða við til olympisku leikirnar.

 

Øll tey sum hava fingist við hetta mál vita, at hetta er sera lætt. Vit lúka øll krøv uttan eitt.

 

Vit eru ikki eitt sjálvstøðugt land.

 

Við at seta hetta í samgonguskjalið hevur landsstýrið sagt at tað vil beina hesa forðing burtur.

 

Okkara unglingar fara tá at verða umrøddir millum heimsins fremstu kappar.

 

 

 

Zakarias Wang