Onkrir partrolarar gera brúkilig hál

- Garnaskipini hava smáligan fiskiskap, men tey koma øll inn at landa í næstu viku

Seks partrolarapør eru til fiskiskap í løtuni. Skipini fáa mest av upsa og nakað av hvítum fiski.

 

- Partrolararnir hava smáligan fiskiskap, men onkur pør gera brúkilig hál.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at flestu partrolarar nýliga eru byrjaðir túr.

 

- Tí koma helst bara tvey pør inn at landa í vikuni sum kemur.

 

Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at ein ísfiskatrolari fiskar kongafisk vestanfyri. Teir koma helst inn at landa síðst í næstu viku.

 

- Ein djúpvatnstrolari er á Íslandsrygginum og fiskar tosk. Teir koma eisini inn at landa í næstu viku.

 

Hinir djúpvatnstrolararnir liggja.

 

Tríggir av teimum smáu trolbátunum hava verið á Skeivabanka, og tveir hava verið norðanfyri. 

 

- Fiskiskapurin á Skeivabanka hevur verið brúkiligur, men tað hevur verið smáligt norðanfyri.

 

Lagt verður aftrat, at allir trolbátarnir koma inn at landa í næstu viku.

 

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og eitt fiskar havtasku.

 

- Garnaskipini hava smáligan fiskiskap, men tey koma øll inn at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.