Orðið halgidagur skal úr donsku afturlatingarlógini

Danska stjórnin fer at koyra orðið halgidagur úr afturlatingarlógini. Tað skrivar Kristeligt Dagblad.

Stjórnin ætlar við lógaruppskotinum at taka burtur dýra biðidag sum frídag, og samstundis ætlar stjórnin at strika hugtakið halgidagur úr afturlatingarlógini. (Arkivfoto). - Foto: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Har tað í dag stendur, at afturlatingarlógin er galdandi »helligdage, grundlovsdage og juleaftensdag", skal orðið halgidagur skiftast út við ein lista yvir halgidagar, har lógin er galdandi.

Kristine Garde, rættarteologur, sigur við Kristeligt Dagblad, at tað er eyðsýniligt, at tey ikki bara taka orðið dýri biðidagur úr listanum, men eisini taka burtur orðið halgidagar.

– Um vit eru í tí góða lagnum, so er bara talan um andaligt leti og tankaloysi hjá tí, sum hevur skrivað lógaruppskotið. Men hugsa vit um alt kjakið um dýra biðidag, so er ein tilsiping er til vantandi respekt fyri hugtakinum halgidagur og fyri kirkjuni frá stjórnarinnar síðu.

/ritzau/