Ósamdir um tiltøkini ímóti Russlandi

Tingmenninir hjá Miðflokkinum draga hvør sína línu í málinum um tiltøk ímóti Russlandi

Við in.fo í gjár segði Jenis av Rana, at hann tók undir við tiltøkunum, sum landsstýrið ætlar at seta í verk ímóti Russlandi, eitt nú við havnarstongsli og við at seta bann fyri at veita russiskum skipum ymsar tænastur.

– Eg síggi hetta sum eitt kompromis. Eg kundi sjálvandi sagt, at annaðhvørt fáa vit alt ella einki. Men vit hava valt at vera við, tí hetta er eitt stig á vegnum, segði Jenis av Rana í gjár.

 

Tað var júst fyri at steðga Jenis av Rana, sum tá var landsstýrismaður í uttanríkismálum, at Løgtingið tann 6. mai í fjør samtykti, at einki kundi broytast í Russlands-sáttmálanum, um tað ikki fyrst varð samtykt í Løgtinginum. Ein avgerð, sum nú verður broytt við lógaruppskoti, sum Løgtingið fer at viðgera seinnapartin.

 

Jenis av Rana segði við in.fo í gjár, at um semja var um tað í landsstýrinum í fjør, so hevði hann havt sett strangari tiltøk í verk, men hesum steðgaði Løgtingið, og tað vóru samgongufólk, sum vildu hava samtyktina júst fyri at forða Jenisi av Rana sum landsstýrismanni at kunna seta kunngerðir í verk.

 

– Eg hevði í øllum førum gjørt mítt til at steðgað russiska piratfiskiskapinum eftir kongafiski í Irmingarhavinum, men tað slapp eg heldur ikki, sigur hann.

 

So um Jenis av Rana sær tiltøkini hjá landsstýrinum sum eitt stig á vegnum, um enn tey ikki eru nóg víðgongd, so heldur hin helmingurin av flokkinum, Steffan Klein Poulsen, ikki tað sama.

 

Hann skrivar á Facebook, at hann persónliga ikki sær so svart-hvítt upp á málið, sum fleiri onnur gera.

 

– Eg eri ikki sannførdur um, at hetta er rætta loysnin, sum landsstýrið meldaði út. Eg haldi eitt nú, at vit kundu forboðið landing av kongafiski, sum russarar fiska “ólógliga” og annars hert eftirlitið við russum. Hetta seinna kann gerast á fleiri hættir.

 

– Eg haldi, at landsstýrið fer ov langt við sínum tiltøkum, og eg komi ikki at taka undir við teimum, sum tað fyriliggur. Eg havi ilt við at fara so langt, har vit møguliga koma til at kvetta eitt samstarv av, sum snýr seg um matvørur, skrivar Steffan Klein Poulsen, sum harvið als ikki er samdur við floksformanninum, sum vil fara nógv longur enn samgongan.

Harvið kann helst staðfestast, at »breiða semjan« nú er tódnað niður til eina atkvøðu úr andstøðuni – pluss tær 18 úr samgonguni.