P-hús: Viðmerkingar til Heðin Mortensen

Vit ynskja at verða hoyrd, og sum borgarar í kommununi, sum standa í einum trupulleika, er tað skylda borgarstjórans at gera alt fyri at loysa hendan trupulleika

Vísandi til samrøðu sum KVF hevði við Heðin Mortensen í tíðindunum 17.07.2021 kl 18, hava vit hesar viðmerkingar.

 

  1. Býlingurin ‘Tinghúsvegur niðara borð – Kongagøta – Tungugøta og Lucas Debesargøta’ vil hervið sláa fast, at vit ikki eru ímóti at ánarin av grundøkjunum, har ætlaða p-húsið skal byggjast, skal sleppa at byggja á grundøkjunum. Tað, sum vit eru ímóti er, at Tórshavnar býráð og byggiumsiting Tórshavnar Kommunu við Heðini Mortensen á odda er í ferð við at geva loyvi til at byggja fleirfaldaða vídd í mun til tað, sum verandi byggisamtykt leggur upp til.

  2. Samstundis sum býráðið og byggiumsitingin rennur ørindir fyri ánara av grundøkinum, eru teir eisini í ferð við at geva loyvi til at byggja eitt p-hús. Hetta er ein bygningur sum ikki er umfataður av verandi byggisamtykt, tí verandi byggisamtykt loyvir bert blandaða bústaða- og miðstaðabygging. Miðstaðabyggingin má einans vera hús, sum heilt ella lutvíst verða innrættað til handlar, skrivstovur, stovnar, samkomuhús, heilsubótarhølir og tílíkt. Og vit meta ikki at ”tílíkt” umfatar p-hús.

  3. Í samrøðuni førir Heðin Mortensen fram at vit, borgararnir í býlinginum kring ætlaða p-húsið, hava tvinnar kostir í at velja. Antin verða uml. 24 íbúðir bygdar á økið ella verður tað eitt p-hús til 150 bilar við 8 íbúðum á ovastu hædd. Byggir ánarin av grundøkinum 24 íbúðir á 80 m2 er tað ein samlað vídd sum er 1.920 m2 og er hetta júst tað sum verandi byggisamtykt leggur upp til. Tí standa vit spyrjandi, tá vit vera kunnaði í fjølmiðlunum; av sjálvum borgarstjóranum, at um ánarin av grundøkinum í staðin byggir p-hús, so sleppur hann at trífalda byggistigið. Møguliga Heðin Mortensen hevur eina frágreiðing upp á hetta. Og jú, býráðið kann væl steðga hesum, sum í alt ov stóran mun fer at oyðileggja okkara deiliga, hugnaliga og tronga býling, sum tíbetur er fullur av barnafamiljum.

  4. Borgarstjóri okkara Heðin Mortensen hevur hug at sláa tað upp í glens, at vit eru tíðliga úti við okkara mótmæli og viðmerkingum til ætlaðu byggingina av p-húsinum. Vit vilja við okkara mótmæli og viðmerkingum annars rætta Heðini Mortensen eina hjálpandi hond, so at tað ikki enn einaferð verður skotið fyrst og síðan spurt eftirfylgjandi. Tað eru alt ov nógv dømi um hetta. Tað seinasta dømi um skilaleysa broyting av einari byggisamtykt er ræðusøgan við Karlamagnussarbreyt, sum hevur kostað okkara skattaborgarum nógvar milliónir. Legg tær í geyma, Heðin Mortensen, at tað treyðugt ber til at bakka aftur, tá skaðin er gjørdur. Tískil vilja vit enn einaferð heita á “eisini okkara” borgarstjóra, um at gera neyðugar kanningar, tað veri seg ferðslukanningar, kanning av røttu staðseting, umhvørvisárinskanning, tørvskanning og annars aðrar viðkomandi kanningar. Hesar kanningar skulu sjálvandi gerast áðrenn tað verður arbeitt víðari við at broyta byggisamtyktina.

  5. Vit meta ikki at tað er mangul upp á pláss í býnum, tá tað er talan um parkeringsøkir. Vit meta heilt fyri vist, at tann besta loysnin hevði verið at økt víddina á verandi p-økjum, men ikki soleiðis at 150 bilar skulu koma afturat á hvørjum øki, men í staðin eitt stað millum 20 og 50 á hvørjum øki, og hetta skal sjálvandi gerast í samráð við íbúgvar og onnur á staðnum so at tað ikki verður eitt stórt og oyðileggjandi inntriv í gerandisdegnum hjá teimum, sum búgva har í dag. At tað skal ganga út yvir okkara borgarar í býlinginum ‘Tinghúsvegur niðara borð – Kongagøta – Tungugøta og Lucas Debesargøta’ at okkara fólkavaldu á Vaglinum ikki hava hugflog at loysa parkeringstrupulleikarnar í Tórshavnar Kommunu, skilja vit als ikki. Samstundis sum Heðin Mortensen vísur á, at tað ikki eru tøk pláss í býnum til p-pláss, hevur Tórshavnar kommuna undirskrivað eina samstarvsavtalu við FSF um at fríðka um Gundadal. Ein partur av hesari ætlan er at gera eitt p-pláss við uml. 60 plássum millum Gundadalshøllina og Dansifrøi. Hvat við at gera tvey dekk oman á hetta p-pláss, so uml. 180 pláss eru tøk. Hetta eru pláss sum kunnu brúkast av havnafólki og bygdafólki til dagligt og tá tað eru størri tiltøk í Gundadali, eru hesi pláss eisini kærkomin.

 

Vit ynskja at verða hoyrd, og sum borgarar í kommununi, sum standa í einum trupulleika, er tað skylda borgarstjórans at gera alt fyri at loysa hendan trupulleika. Tí vil grannalagið framvegis fegin samskifta við Tórshavnar býráð og fakligu fyrisiting kommunurnar um framtíðina í okkara býlingi og grannalagi, og um trivnaðin hjá húskjum og millum húsa. Her er gott at búgva. Her trívast fólk, og her ynskja vit okkara lív og tilveru.

 


Býlingurin ‘Tinghúsvegur niðara borð – Kongagøta – Tungugøta og Lucas Debesargøta’

 

Erland Viberg Joensen og Eyvind Akraberg Hansen