Pætur og AMO drógu frá í oddinum

AMO er nú trý stig frammanfyri nummar tvey í næstbestu svensku hondbóltsdeildini

Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í AMO eru framvegis ósigraðir í næstbestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Í kvøld vann AMO 27-25 á Varberg á útivølli. Varberg var á odda 16-14 í steðginum.

 

Pætur tók sum vant fleiri tøk í verjuni, og skoraði eitt mál í kvøld. Løtan var væl vald, tí Pætur skoraði sigursmálið til 27-25.

 

Pætur heldur, at AMO spældi illa í kvøld. Montenigrianski HM-málverjin hjá AMO, Nikola Matovic stóð væl, og tað bjargaði AMO í kvøld.

 

AMO hevur 31 stig á fremstu plássinum aftaná 14 sigrar og tríggjar javnleikir. AMO hevur trý stig fleiri enn Karlskrona á øðrum plássinum. Karlskrona hevur eisini leikt ein dyst meira enn AMO.

 

Komandi leygardag leikar AMO á útivølli móti Kungälv, ið er fjórðfremst í deildini við 25 stigum.