Pætur skoraði í fyrstu royndini

Pætur Petersen og KA Akureyri taptu móti Klæminti A. Olsen og Breiðabliki, men Pætur fekk málið

Pætur Petersen og KA Akureyri taptu í gjár í venjingardysti móti Klæminti A. Olsen, Patriki Johannesen og Breiðabliki. Úrslitið bleiv 2-1 til Breiðablik. Tó kann Pætur J. Petersen, sum í vikuni skifti til KA Akureyri, gleðast um, at hann skoraði málið.

 

- Vit blivu skjótt samdir um at gera sáttmála. Hetta snúði seg meira um, at eg skuldi koma at hyggja at umstøðunum. Ein stórur partur av at skifta til KA er, at teirra spælistílur passar væl til mín. Teir spæla 4-3-3 við høgum trýsti. Tað passar mær væl, segði Pætur Petersen í samrøðu við Fótbóltspanelið á FM1 fríggjadagin.

 

Fyri stuttum royndarvandi skálvíkingurin við Esbjerg í triðbestu donsku fótbóltsdeildini. Síðani fór hann til Íslands at royndarvenja við KA Akureyri. KA bleiv nummar tvey farna kappingarár og skal spæla í Evropa á fyrsta sinni síðani 2003. Tað hevur talt upp, at Pætur Petersen hevur royndir í altjóða fótbólti við HB og nú eisini A-landsliðnum.

 

Hann fekk í fjør sítt stóra gjøgnumbrot. Tað bleiv eisini til tvær landsliðsúttøkur og debut á landsliðnum. Pætur Petersen er 24 ára gamal og skiftir frá HB til KA Akureyri. Tveir føroyskir landsliðsleikarar eru á hondbóltsliðnum hjá KA. Teir eru Allan Norðberg og Nicholas Satchwell. Í Íslandi fevna ítróttarfeløgini um fleiri ítróttir.