Benjamin Netanyahu er fyrsti ríkisleiðari, sum vitjar Donald Trump í Hvítu Húsunum, eftir at hann herfyri tók við aftur forsetaembætinum í USA

Palestinar eiga at búseta seg aðrastaðni enn í Gaza

- Gazageirin er ikki eitt stað at búgva í, sigur amerikanski forsetin, sum hevur havt vitjan av ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu

Benjamin Netanyahu er fyrsti ríkisleiðari, sum vitjar Donald Trump í Hvítu Húsunum, eftir at hann herfyri tók við aftur forsetaembætinum í USA

Á tíðindafundi eftir, at ríkisleiðararnir høvdu fundast, tosaði amerikanski forsetin mest um, at palestinar eftir hansara tykki eiga at fara úr Gazageiranum og búseta seg aðrastaðni - heldur enn at byggja alt uppaftur, sum er oyðilagt.

 

- Eg haldi, at palestinar áttu at fingið eitt gott og vakurt landaøki, sum vit kundu fingið fólk at sett pengar í, segði forsetin við tíðindafólk og vísti á, at hetta landaøkið skuldi verið gjørt fínt, búgvandi og hugnaligt.

 

Verdens Gang veit í kvøld at siga, at amerikanski forsetin hevur eggjað Jordan, Egyptalandi og øðrum arabiskum londum at taka ímóti palestinum úr Gazageiranum fyribils, meðan landið verður bygt uppaftur.

 

- Útsagnirnar hjá Donald Trump um, at palestinar permanent eiga at flyta burtur úr Gazageiranun vórðu fyrstu ferð bornar fram á tíðindafundinum í dag, veit Verdens Gang at siga.

 

Og síðan verður amerikanski forsetin endurgivin fyri at siga soleiðis:  

 

- Hvør ynskir at fara heimaftur? Tey hava ikki upplivað annað enn deyða og oyðilegging, segði Donald Trump.

 

Í løtuni er ein seks vikur long vápnahvíld galdandi millum Ísrael og Hamas, og tað er væntandi, at amerikanski forsetin hevur eggjað ísraelska forsætisráðharranum at fara víðari til næsta stig í vápnahvíldaravtaluni.

 

Endamálið er varandi friður.

 

Tá ísraelski forsætisráðharrin verður spurdur av AFP-tíðindastovuni, er svarið, at Ísrael fer at royna.

 

- Hetta er eitt av málunum, vit fara at tosa um. Tá Ísrael og USA samstarva, og tá Trump, forseti og eg samstarva, veksa møguleikarnir fyri einari loysn munandi, segði Benjamin Netanyahu.

 

 

 

Benjamin Netanyahu er fyrsti ríkisleiðari, sum vitjar Donald Trump í Hvítu Húsunum, eftir at hann herfyri tók við aftur forsetaembætinum í USA