Páll: HB vil hava undantaksloyvi til Kevin

FM1: Páll Mohr Joensen, formaður í HB, tosar um nýggjan venjara, HB í Evropa og sína tíð í Evropa

##med2##

 

HB spælir í kvøld móti Budocnost Podgerica úr Montenegro í 2. umfari í Europa Conference League. Í hesum sambandi hevur FM1 tosað við formannin í HB, Páll Mohr Joensen, um nýggja venjaran, HB í Evropa og hansara tíð sum spælari í Evropa. Páll Mohr Joensen bleiv fyrr í ár valdur til formann í HB. Hann er nú farin frá at verða spælari í síni tíð, til at verða á ovastu rók í HB. Ein av uppgávunum er at seta ein venjara.

 

– Vit ynskja at seta Kevin Schindler sum venjara, men vegna koronu hevur hann ikki kunnað tikið A-prógvið í Týsklandi. Hann er ikki her fyri stuttleikar, men er ein venjari, sum veruliga meinar tað. Vit hava havt hann her í hálvt annað ár og vóna, at tað ber til at gera eitt undantak, sigur Páll M. Joensen.

 

Reglugerðin sigur, at ein venjari skal verða komin í helvt við sína A-venjaraútbúgving, fyri at kunna standa á odda fyri einum liði í Betri deildini. Orsaka av útsetingini byrjar Kevin Schindler fyrst upp á A-venjaraprógvið í august.

 

Ongar umberingarar

 

Formaðurin vónar, at HB kemur víðari, og hann vil ikki hoyra um umberingar. Hann vísur á, at tað eru nokk av teimum til. Tá HB spældi í Albania herfyri, so var tað ov heitt, og í fjør va tað ov nógv regn, tá HB tapti móti Glentoran.

 

– Eg haldi kanska, at vit í HB ikki duga at vinna, tá vit ikki eru favorittar. Tað dugdi Víkingur væl, tá teir komu víðari í Evropa. Eg havi spælt við báðum og bólturin gongur skjótari í HB, men í Víkingi kemur bólturin eisini fram. Tað skal HB finna fram til hesar dystirnar. Um tú ikki er betri, so mást tú finna ein veg at vinna alíkavæl, heldur Páll M. Joensen fyri.

 

Hann hevur sjálvur spælt í Evropa, men ásannar eisini at hann mangan endaði á bonkinum, tí eginleikarnar vóru betri frammanfyri miðjuna.

 

– Vísandi aftur til spælistíl, so var eg ein av teimum, sum oftani endaði á bonkinum til dystirnar í Evropa, meðan teir meiri hartarbeiðandi spælararnir fingu kjansin. Og so toli eg illa at spæla í sólini, leggur Páll M. Joensen brosandi afturat.

 

Hann sigur at enda, at tað er ikki alt avgerandi fíggjarliga fyri HB at vinna og fáa fleiri UEFA-pengar, men at tað hevði gjørt góðan mun. Hann leggur hinvegin dent á, at HB skal vinna, tí HB skal altíð spæla fyri at vinna.

 

Dysturin móti Budocnost Podgerica úr Montenegro í 2. umfari í Europa Conference League byrjar klokkan 19 á Ovara vølli. FM1 byrjar at senda klokkan 18.

 

FM1: Samrøða við Páll M. Joensen