Partypunkur og rapp á skránni

Komandi vikuskifti vera tvær dupultkonsertir við Marius DC og danska partypunkbólkinum Tiger På Spring.

Marius DC og bólkur hansara eru í toppformi, væl samanspældir og ordiliga svangir eftir at spæla fyrstu konsertirnar í Føroyum síðan síðsta summar. 

Síðan tá eru seks stakløg komin út, framførslur á Iceland Airwaves og New Skool Rules, hava vakt áhuga uttanlands, og fyri kortum vórðu upptøkur gjørdar til "Í Luftini". 

9. juni kemur lagið "Feira" út, eitt lag, um at vera ungur og feira lívið. Lagið tit kunnu sleppa uppliva live longu nú um vikuskiftið, antin fríggjakvøldið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, ella leygarkvøldið á Reinsarínum í Havn. 

Tiger på Spring eru eitt punk kent partyband, ið kemur til Føroyar beint eftir eina nógv fagnaða framførslu á Jelling Musikfestival. Bólkurin vann sær nógvar føroyskar fjepparar í fjør, tá teir spældu seg í Sement finaluna. 

Teir fingu tó ikki luttikið í sjálvari finaluni, ið Marius DC endaði við at vinna. 

Tí verður hetta eitt høvi at uppliva tvey serstakliga góð orkestur, og eina ordiliga veitslu fyri oyrini, í Fuglafirði fríggjakvøldið og í Reinsarínum leygarkvøldið.