Páskastevnan í Oasuni í Hoyvík byrjar í kvøld

Skipað verður m.a. fyri sangkvøldi páskakvøld klokkan 21:30 har møguleiki verður at syngja við

 

Páskastevna verður í Oasuni í Hoyvík komandi dagarnar.

 

Á heimasíðuni, oasan.fo skriva tey í Oasuni: - Vit gleðast um at hátíðarhalda páskir aftur í ár.

Páskirnar bera boð um sannan kærleika og ta fullkomnu vónina vit eiga í Jesusi. Sjálvt um vit verða mint á líðing og deyða, sum er ein týðandi partur í frelsuboðskapinum, so er tað lívgevandi, tá glaði boðskapurin hoyrist um uppreisn, lív, vón og ríka framtíð saman við Jesusi.

 

Boðskapurin um Jesu deyða og uppreisn ber av øllum.Á hesum grundstøði eru vit fegin at bjóða til enn eina páskastevnu, har sami góði boðskapur verður borin gjøgnum lovsang, talu, tónleik og framførslur av ymiskum slag.

Eisini verður høvi at hava góðan felagsskap aftaná møtini í hugnaligum umhvørvi, við drekkamunni og onkrum góðum afturvið – har vit eisini kunnu læra onnur fólk at kenna.

Páskastevnan verður viðkomandi fyri allar aldursbólkar.

 

Páskastevnan byrjar skírhóskvøld við kvøldmøti kl. 19. Kvøldmøti verða eisini langafríggjakvøld kl. 19 og páskakvøld kl. 19. Á hesum møtum talar Jens Peder Pedersen úr Danmark.

Barnamøti verður í samband við øll kvøldmøtini, beint áðrenn talan byrjar.

 

Morgunmøti verða langafríggjamorgun, páskamorgun og 2. páskamorgun, allar morgnar kl. 10:30.

Ungdómsmøti verða langafríggjakvøld kl. 21:30 og leygarkvøld kl. 20:00. Harumframt verða cafékvøld aftaná ungdómsmøtini.

Eisini verður sangkvøld páskakvøld kl. 21:30 har møguleiki verður at syngja við.

 

Verið vælkomin í Oasuna, Kirkjustræti 4 í Hoyvík. 

 

Skrivar oasan.fo.