Pedagogfelagið ein skandala fyri hjálparfólk

Sitandi formaður í Pedagogfelagnum Jógvan Philbrow hevur stutt sagt verið ein skandala fyri hjálparfólk. 

 

Tað er í veruleikanum heilt ófatiligt, at ikki øll hjálparfólk duga at síggja, hvussu lítla virðing hann hevur fyri hjálparfólki.

Føroya Pedagogfelag hevur ongantíð í søgu felagsins havt ein formann, sum røkkur uppá knøini á Philbrow, tá talan er um at gera mannamun á pedagogum og hjálparfólki.

Veruleikin er, at frá 2017 til 2022 eru pedagogarnir farnir 5 lønarstig upp, meðan hjálparfólk eru farin 1 (eitt) lønarstig upp.

Hetta hevur viðført ein øgiligan lønarmun. 

 

Mánaðarlønin hjá einum pedagogi á hægsta stigi er 35.126,48 kr. 

 

Til samanberingar fær eitt hjálparfólk á hægsta stigi 25.948,36 kr. 

 

Hetta er ein munur uppá 9.178,12 kr.

Aftrat hesum kemur, at eftirlønin hjá pedagogum er 14% í mun til 12% hjá hjálparfólki. Leggur tú eftirlønina aftrat fær pedagogurin 40.044,18 kr og hjálparfólkið 29.062,16 kr. 

 

Hetta gevur ein samlaðan lønarmun á 10.982,02 kr um mánaðin.

Hetta er ein øgiligur lønarmunur, tá hugsað verður um, at í flestu førum gera hjálparfólk og pedagogar akkurát sama arbeiði á somu stovnum.

Hetta vil Hjálparfólkafelagið broyta sum skjótast.

 

Sámal Hansen

Formaður í Hjálparfólkafelagnum