Pensjónsaldurin skal ikki hækka!

- Tað kann ikki verða rætt at leggja eftir pensjónistunum fyri at tryggja haldførið hjá landskassanum. 

Pensjónsaldurin er aftur á breddanum, eftir at Búskaparráðið hevur lagt heystfrágreiðingina fram.

Skotið verður upp at hækka pensjónsaldurin heilt upp til 72 ár so skjótt, sum vit klára tað, sigur formaðurin í Búskaparráðnum, og hesum er landsstýriskvinnan í fíggjarmálum ikki avvísandi fyri. 

Tað kann ikki verða rætt at leggja eftir pensjónistunum fyri at tryggja haldførið hjá landskassanum. 

Røktarstarvsfólk eru ofta niðurslitin, tá tey nærkast teimum 60-árunum, og sambært yvirliti frá Betri Pensjón eru tað her, at óarbeiðsførið oftast verður staðfest.

 

Tað er kropsliga heilt tungt at arbeiða við røkt, og nógv stríðast við rygg-og mjadnatrupulleikum orsaka av sliti og  nógvari tyngd gjøgnum árini. 

Tískil er áheitanin frá Heilsuhjálparafelag Føroya at halda fingrarnar langt vekk frá hækking av pensjónsaldrinum hjá okkara limum!

 Tá fólk eru vorðin 67 ár, skulu tey sjálvi sleppa at avgera, hvørt tey vilja gevast og njóta sítt otium - ella halda fram at arbeiða! 

 

Mary Antonsdóttir,

 

Heilsuhjálparafelag Føroya