Pernille vann á Anniku og Lív

Tað gekk misjavnt hjá føroyingaliðunum í bestu donsku kvinnudeildini í hondbólti í kvøld

Øll føroyingaliðini í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum vóru í leiki í kvøld. Talan gjørdist um eitt misjavnt kvøld hjá føroyingaliðunum. 

 

Í Aalborg eydnaðist tað Pernille Brandenborg og liðfeløgunum í Keypmannahavn at vinna 31-26 (15-10) á Anniku F. Petersen, Lív S. Poulsen og liðfeløgunum í EH Aalborg.

 

Pernille var við fimm málum millum næstbestu málskjúttarnar hjá Keypmannahavn. Annika bjargaði seks av 19 málroyndum. Kappingarneytin, Johanne Graugaard bjargaði seks av 22 royndum, so Annika stóð seg eitt sindur betri.

 

Keypmannahavn er fjórðfremst í deildini við 16 stigum. Odense er fremst við 20 stigum. EH Aalborg er nummar átta við seks stigum. 

 

Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg taptu á heimavølli í Biocirc Arena 27-31 (11-15) fyri Nykøbing Falster.

 

Jana var við fýra málum næstbesti málskjúttin hjá Viborg. Jana legði eisini upp til tvey mál og vann liðnum eitt brotskast.

 

Viborg er nummar seks í deildini við 12 stigum.

 

Súna K. Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg taptu á útivølli greitt 26-36 (13-16) fyri Ikast-Herning.

 

Súna skoraði tvey mál og legði upp til tvey mál.

 

Skanderborg er nummar 11 í deildini við fimm stigum. 

 

Tað eydnaðist Rakul Wardum og liðfeløgunum í Ringkøbing á útivølli at fáa javnleik 32-32 (16-16) móti Aarhus. Stephanie Andersen vardi málið hjá Ringkøbing størsta partin av dystinum. Rakul hevði í fimm málroyndum onga bjarging í dystinum.

 

Ringkøbing er aftast í deildini við trimum stigum.

 

Liðið hjá Mariu P. Nólsoy, Horsens tapti á útivølli 25-26 (11-15) fyri Bjerringbro.

 

Horsens er næstaftast í deildini við fýra stigum.