Petur Knudsen debut í oysandi regni

Petur Knudsen vann millum annað Lyngby eitt brotsspark í fyrsta dystinum fyri felagið

Fyri kortum skifti Petur Knudsen frá NSÍ til danska felagið Lyngby, sum spælir í næstbestu deildini í Danmark. Um vikuskiftið fekk hann sínar fyrstu minuttir í einum venjingardysti móti FC Helsingør.

 

Sermerkt fyri dystin var, at tað var oysandi reg og heimasíðan hjá felagnum skrivar, at tað til tíðir var meiri vantpolo enn fótbóltur. FC Helsingør var eitt skifti á odda 4-1 og tóktist vinna tryggan sigur.

 

Soleiðis bleiv tó ikki. Við trimum málum seinastu seks minuttirnar. Í seinasta minuttinum av vanligari leiktíð var tað Petur Knudsen, sum bleiv skiftur inn aftaná 30 minuttir, sum vann Lyngby eitt brotsspark. Við hesum tryggjaði Lyngby sær ein 4-4 javnleik í evstu løtu í fyrsta venjingardystinum við Petur Knudsen á vøllinum.